fo / en
Totalview HR Recruitment
Developed by Formula

Spennandi barsilsfarloyvisstarv sum fulltrúi á Sjóvinnustýrinum

Vit søkja eftir einum barsilsavloysara fyri fulltrúa á Manningardeildini at byrja skjótast til ber.

 

Um starvið

Sum fulltrúi fært tú møguleika at arbeiða í einum fjølbroyttum og spennandi starvi hjá føroyska sjóvinnumyndugleikanum. Høvuðsuppgávurnar eru at:

·           málsviðgera umsóknir um sjóvinnubrøv, loðsprógv, loðsfrítøku og og fyrireika mál til støðutakan

·           gera og dagføra innanhýsis mannagongdir og vegleiðingar

·           svara fyrispurningum umvegis telefon og telduposti

·           luttaka í fyrireikingararbeiði til lógarsmíð og fylgja við í viðurskiftum, sum eru og verða staðfest í STCW-konventiónini

·          viðgera kærur

·         samstarva við vinnuna og aðrar myndugleikar

 

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og tí er neyðugt, at tú ert til reiðar at traðka til, um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum á stovninum.

 

Um teg

Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi hægri útbúgving og at tú:

·        ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur

·         hevur áhuga og áræði at arbeiða innan fyrisiting

·         ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn

·         hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu bæði í føroyskum og enskum máli

·         hevur góð samstarvsevni men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

·         hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.

  

Umsókn og freist

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Tænastustaðurin er í løtuni í Tórshavn, men verður fluttur til Giljanesar á heysti 2023.  

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. november 2022 kl. 12.00.

 

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara, á tlf. 355600.

 

Date Posted
14. Nov 2022
Job
Fulltrúi í manningarviðurskiftum
Job Title
Spennandi barsilsfarloyvisstarv sum fulltrúi á Sjóvinnustýrinum
Company
Sjóvinnustýrið
Department
Skipaskrásetingar- Lógar- og Manningardeild
Application Deadline
30. Nov 2022
Start Date
01. Jan 2023